FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


17-02-2021

NÁMSFRØÐINGUR TIL BARNAGARÐIN MÝRIFÍPAN Í TRONGISVÁGI

TVØROYRAR KOMMUNA SØKIR EFTIR EINUM NÁMSFRØÐINGI Í FAST STARV 30 TÌMAR UM VIKUNA, TIL BARNAGARÐIN FRÁ 15 .Mars 2021 ELLA EFTIR NÆRRI AVTALU.

Stovnslýsing:

Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
 
Vit vanta at tú: 
  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

Setanarviðurskifti:

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita:

Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737 ella Heidi Park varaleiðara á tlf. 781172. 
 
Umsókn:
Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til 
 
Barnagarðin Mýrifípan
Att, Kari Petersen
Smærugøta 8
826 Trongisvágur

 -ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi 3 . mars 2021, kl.12.00.

Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.  

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn