FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


31-03-2021

Enn eitt væl eydnað tilflytarakvøld

20. mars var hugnalig samkoma í Trongisvági, har tilflytarar til Tvøroyrar og familjur við nýføðingum savnaðust. Mánadagin 29. mars vóru so tey boðin, ið onkursvegna ikki høvdu møguleikan at vera til staðar fyrra kvøldið.
Aftur hetta kvøldið var skúlahøllin væl fylt við fólki, ið antin vórðu flutt til Tvøroyrar, ella familjum, ið høvdu fingið eitt barn hesar seinastu tólv mánaðirnir.
Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, helt eina røðu og Kristin Michelsen, borgarstjóri, heilsaði eisini uppá. Kommunan bjóðaði okkurt drekkandi og gott afturvið til tey vitjandi, ið Kantinan v. Anitu stóð fyri. Børnini fingu hvør sína bók, við ævintýrunum hjá H.C. Andersen og tey vaksnu fingu gávukort til matstovurnar í býnum og eina prýðiliga konfekteskju, við væl smakkandi sjokulátu, ið Mariann Mikkjalsdóttir, í Trongisvági, hevði gjørt.
Av sonnum tvey sera væl eydnað tiltøk, ið bera boð um ein bý í vøkstri og er hetta at fegnast um.
 
Fleiri myndir frá tiltakinum eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook. Sí her 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn