FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


12-04-2021

Bokashi og plantupakkar útsett

Kalt hevur verið seinastu dagarnir og fitt av kava er komið niður norðanfjørðs. Hetta hevur ført við sær, at tað hevur ikki borið til at taka planturnar upp, ið ætlanin var at senda suður. Nú er við at hitna aftur og frá Skógrøktini hava vit fingið vissu fyri, at vit kunnu fáa plantupakkarnir suður tórsdagin.
Plantupakkar og Bokashi-sett verða tískil latin borgarunum tórsdagin 15. apríl, frá kl. 16:00-18:30. Eins og áður ætlað, so verður hetta á parkeringsøkinum sunnanfyri Ítróttarhøllina í Trongisvági.
Tvøroyrar kommuna
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn