Tvøroyrar kommuna leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til ungdómshúsið Pakkhús 4, at byrja 1 juni 2021. –ella skjótast gjørligt.
Pakkhús 4 er staðið har børn og ung møtast fyri at hugna sær og hitta onnur í einum umhvørvi skipa eftir SSP samstarvinum. Her kunnu ung spæla spøl, læra ymiskt handaligt, spæla tónleik, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum og mangt annað. -Kommunan ynskir eisini at endurskoða innihaldið og virksemið í ungdómshúsinum, har í m.a. tíðina húsið er opið og virkið, og verður tú sum leiðari við til at skipa fyri hesum.
Útbúgving, royndir og førleikar:
· viðkomandi útbúgving, kann vera ein fyrimunur
· er blíð-/ur, fyrikomandi, nærlagdur-/nærløgd, røkin, álítandi og góð samstarvsevnir
· hug, evni og dáma væl at arbeiða við børnum og ungum
· hevur hugsjónir og áhuga innan ungdómsarbeiði
· royndir innan ungdómsarbeiði er ein fyrimunur
Uppgávu v.m.:
· skapa tryggleika og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka
· skipa fyri tiltøkum, ið hóska til ymisku aldursbólkarnar
· hava áhuga í, og vera opin fyri, einum fjølbroyttum gerandisdegi
· at samstarva um nýggj hugskot, børnunum at frama
· at virka fyri, at reglugerðir viðv. trygd, reinføri og ruddiligheit kring húsið verða yvirhildnar
· kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og duga væl at samskifta við børn og vaksin
Ungdómshúsið kann m.a. bjóða:
· eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
· ein gerandisdag í hugnaligum hølum í søguligum nærumhvørvi
· umframt leiðaran, eru 3 hjálparfólk knýtt at ungdómshúsinum, ið starvast í skiftandi vaktum
Setanar- og lønarviðurskifti:
· talan er um fast starv frá 1. juni 2021 -ella skjótast tilber
· talan er um starvstíð 1.0 svarandi til 39.5 tímar um vikuna -leiðarin skal tola at arbeiða um kvøldi og um vikuskiftir
· starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið, flokk. 6
· tilvísing til kommunustjóran
Umsókn:
Umsóknin saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. mai 2020 kl. 12.00, og sendast til frodi@tvoroyri.fo –merkt “Leiðari Pakkhús 4” -Eisini kann verða biði um revsiváttan-
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Amy Bech, fíggjarleiðara, á telefon 226013 ella Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 781122.