FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


17-07-2015

Endurlýsing: Námsfrøðingur til Námsfrøðiligu Ráðgevingina hjá Tvøroyrar Kommunu

  • Vilt tú vera við til at menna framtíðar barnaøkið hjá Tvøroyrar kommunu?
  • Vilt tú verða við til at skapa ein reyðan tráð í lívinum hjá børninum?
  • Er tín tilgongd til menning og læring kreativ og uppsøkjandi?

 

So ert tú møguliga tann nýggi námsfrøðingurin hjá Námsfrøðiligu Ráðgevingini hjá Tvøroyrar Kommunu

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi fulla tíð til Námsfrøðiligu Ráðgevingina (NR) hjá Tvøroyrar Kommunu frá 1. september 2015 ella skjótast møguligt. 

 

Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR) er ein partur av sosialu deild hjá Tvøroyrar Kommunu. Barnaansingarøkið hjá Tvøroyrar Kommunu ger brúk av NR í samband við ráðgeving til starvsfólk um námsfrøðiligar spurningar. 

 

 

Søkt  verður eftir einum námsfrøðingi sum: 

  • Kann gera dygdargóðar eygleiðingar av børnum og starvsfólkum
  • Kann geva námsfrøðiliga vegleiðing og sparring til starvsfólk á barnaansingarøkinum
  • Kann eftirmeta  praksis og rutinur á barnaansingarøkinum
  • Kann hjálpa starvfólkið við at skapa eitt inkluderandi arbeiðs- og ansingarumhvørvi
  • Kann vísa námsfrøðiligan autoritet
  • Megnar at arbeiða við kompleksum námsfrøðiligum trupuleikum
  • Brennur fyri tí námsfrøðiliga økinum
  • Er sjónligur, opin og álítandi
  • Hevur eitt framsøkið námsfrøðiligt støði
  • Er nýhugsandi í mun til námsfrøði og námsfrøðiliga leiðslu
  • Sær fyrimunir í ymiskleikanum hjá børnum, foreldrum og starvsfólkinum

 

Námsfrøðilig Ráðgevin arbeiðir tætt saman við leiðaranar fyri dagrøktina og dagstovnarnar. Tí er tað umráðandi at ráðgevin megnar at samstarva við ymiskar samstarvspartar, uttan at missa eyga fyri hvat kjarnuuppgávan hjá NR er.

 

Um tit hava spurningar til starvið, vinarliga set tykkum í samband við Jónleyg Bech, kommustjóra, á telefon 221091, ella á teldupostjonleyg@tvoroyri.fo 

 

Umsókn við cv og revsiváttan skal sendast til Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, 800 Tvøroyri  ella tvoroyri@tvoroyri.fo í seinasta lagi t. 17. august 2015, kl. 12. 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn