10-12-2021
Kvøldskúlin í jólafrí 13. desember
Tvøroyrar kvøld - og ungdómsskúli fer í jólafrí frá mánadegnum 13.desembur.
Vegna nýggju koronatilmælini hevur Tvøroyrar kvøldskúli í samráð við kommunustjóran gjørt av at binda um heilan fingur.
Tískil verður eingin undirvísing í kvøldskúlanum frá mánadegnum 13.desembur.
Kvøldskúlin byrjar aftur, tá ið skúlarnir byrja í januar 2022. Tá verða Várglottar 2022 á skránni. Várglottarnir koma eftir ætlan inn á heimasíðuna í morgin og tilmeldingin opnar týsdagin 21.desembur kl.20.00.
Ímeðan kunnu tit kaga í faldaran ella vitja heimasíðuna, um tit eru forvitin eftir, hvat várið hevur at bjóða.
Gleðilig jól og gott nýggjár