FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


26-01-2022

Gongd á Sethúsa- og íbúðarbygging í Tvøroyrar kommunu

Gleðiligt er altíð at síggja tá fólk velja at seta búgv í kommununi, ikki minst, tá nýggj sethús eisini verða bygd.

Í løtuni verða 4 sethús bygd og eisini er verulig gongd komin á at byggja nýggju íbúðirnar á Heiðatrøðini, ið Bústaðir letur byggja og sum MTV-Byggivirki stendur fyri.

Í løtuni verða hús bygd í Trongisvági, Tvøroyri og í Froðba. Seinastu 2-3 árini eru fleiri hús bygd í kommununi og er tað hugaligt. Vit vóru ein túr við myndatólinum í dag og eru myndirnar at síggja í greinini her.

Enn eru nøkur grundstykki tøk í væl umtóktu Heiðatrøðini. Sí her http://www.tvk.fo/divsidavo.asp?sid=186&id=4&VOID=11

Fleiri myndir síggjast á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí her

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn