FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


11-05-2022

TEKNISKUR LEIÐARI TIL TVØROYRAR KOMMUNU

STARVIÐ

Hevur tú viðkomandi útbúgving innan tekniska økið frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir, ert tú serfrøðingur við almennari tilgongd, ið eisini dugir fyrisitingarliga handverkið, og hevur tú kunnleika til leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til starvið.

STARVSKARMAR OG -INNIHALD

Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av tekniska økinum. Harumframt er leiðarin við til at menna Tvøroyrar kommunu saman við býráðspolitikarum, kommunustjóra, leiðarum og starvsfólkum. Tvøroyrar kommuna miðar ímóti at veita góða og skynsama tænastu, og strembar eisini eftir at veita borgarum og vinnulívi bestu umstøður fyri menning og framburð. Hetta setir krøv til, at tekniski leiðarin hevur evni at arbeiða í eini politiskari skipan, og harvið stuðlar og ráðgevur býráðnum í ætlanini um at menna Tvøroyrar kommunu í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív.

Tekniski leiðarin starvast í umsitingini, við tilvísing til kommunustjóran.

HØVUÐSUPPGÁVUR

Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranumeru m.a. at:

  • veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða viðgerð og tænastu
  • veitapolitikarum fakliga og profesionella ráðgeving og dygdargóða tænastu
  • megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum
  • tryggja at samtyktir verða framdar innan teir karmar, ið býráðið og kommunan áseta
  • menna tekniska økið sum arbeiðspláss, soleiðis at tað er spennandi og mennandi at fara til arbeiðis
  • tryggja at Tvøroyrar kommuna hevur ein sunnan rakstur
  • fyrireika og menna Tvøroyrar kommunu fakliga, soleiðis at Tvøroyrar kommuna kann taka við teimum avbjóðingum, um framtíðin hevur at bjóða.
  • nevndarskrivari í Teknisku nevnd, Vinnu- & havnanevndini, og Trivnaðar og umhvørvisnevndini

FØRLEIKAKRØV

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Umráðandi er, at tú:

  • hevur verkfrøðingaútbúgving, ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði, saman við royndum.
  • hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring.
  • hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl
  • dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
  • hevur evni at raðfesta og tolir arbeiða undir trýsti
  • dugir og torir at taka avgerðir
  • ert opin, fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð.

SETAN OG LØN

Starvið verður sett tann 1. september 2022, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

UMSÓKN

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. mai 2022 kl. 12.00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.    
-til møguliga setanarsamrøðu kann vera biði um revsiváttan. 

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um mett neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.
 
 
Tú søkir starvið á leinkju:  SØK STARVIÐ HER
 
Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1778 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu www.tvk.fo
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn