FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


11-05-2022

NÁMSFRØÐINGAR OG AVLOYSARIR TIL MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI

Tvøroyrar Kommuna søkir eftir fýra námsfrøðingum og avloysarum til Mýrifípuna í Trongisvági.
 
Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har fleiri enn 30 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnur um 4 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, 1 útibarnagarður til tey 6 ára gomlu børnini og ein frítíðarskúli. 
Søkt verður eftir fýra námsfrøðingum at arbeiða 30t um vikuna og at byrja 1. august 2022 ella eftir nærri avtalu. Søkt verður eisini eftir avloysarum, at avloysa á øllum stovninum eftir tørvi.
 
Stovnslýsing:
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
 
Vit vanta at tú: 
  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
 
Setanarviðurskifti: 
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
 
Meira fæst at vita: 
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162.
 
Umsókn: 
Umsóknir, saman við prógvi, lívsrensli og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi ónsdagin 7.Juni 2022 kl.12.00. Til møguliga setanarsamrøðu kann vera biði um revsiváttan

SØK STARVIÐ HER
 
Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.  



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn