FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


04-10-2015

Sjálvboðin til træplanting

Hevur tú áhuga fyri træplanting, og ynskir tú at gera sjálvboðið arbeiðið, so er nú eitt høvi.

Í heystfrítíðini í viku 42 er ætlanin at byrja træplanting í nýggju viðarlundini við Stórá.

Talan verður um at planta tey fyrstu 1000 trøini, og tískil er tørvur á sjálvbodnum, ið kunnu hjálpa í styttri ella longri tíð, inntil alt er sett niður.

Verður og vindur kemur at ávirka júst nær tað verður. 
 
Um veðrið er til vildar, ber tað væl til at taka børn við, og soleiðis fáa eina hugnaliga løtu saman. 

Ert tú ein 'arbeiðshestur', ið kanska vil brúka ein heilan dag uppá at hjálpa, ert tú sjálvandi eisini vælkomin. 
 
Áhugaði kunnu skriva til tvoroyri@tvoroyri.fo ella ringja til Lasse Jensen, Tekniska Deild, á tlf. 611081.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn