Nú hevur hjartað fingið sítt egna pláss á Facebook og ein kapping er eisini sett í gongd. Fram til 1. februar kunnu tey, ið leggja eina mynd út av Hjartanum, gjarna ein ”selfie”, har fólk sjálvi eru við
á myndini, vera við í kappingini – hvør vinningurin er, verður kunngjørt seinni. Tað einasta tú skalt gera fyri at vera við í kappingini, er at frámerkja síðuna og skriva
#egelskitvøroyri . Kappingin er galdandi á Facebook og Instagram.