UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
04-10-2016

Vitjan á Drelnesi

Stásiliga saltsiloin á Drelnesi hevði í dag forkunnuga vitjan og kommunan var ein túr framvið.

Fólkini handan verkætlanini høvdu boðið børnunum frá barnagørðunum og dagrøktini í kommununi á vitjan, eins og tey eldru av ellisheiminum og Hamragarði eisini luttóku.

Ólavur Rasmussen, formaður í Saltsilogrunninum, tók ímóti og greiddi hegnisliga frá bygninginum. Bygningurin hevur eina ríka søgu og fer ivaleyst eisini at geva sítt íkast til framtíðar søguna á staðnum.

Komin innum, var tað fyrsta ein legði merki til, hvussu lýtt tað var inni. Ólavur greiddi frá, at hitin í bygninginum kom frá sjóvarhita. Gamla “veitin”, ið var mitt gjøgnum bygningin, er varðveitt og sjógvur verður leiddur inn henda vegin ígjøgnum rør. Eins og í einum vanligum baðirúmi, so liggja rør gjøgnum alt gólvið í bygninginum, og syrgja fyri einum varandi innihita.

Formaðurin í Saltsilogrunninum fegnaðist stórliga yvir at síggja børnini, tí fyri hann vóru tað tey, ið komu at bera bygningin inn í framtíðina. Vórðu børnini góð við bygningin, so komu foreldrini eisini at nýta bygningin. Tey eldru, ið gjøgnum eitt langt lív hava givið sítt íkast til samfelagið, sum vit hava í dag, vóru eisini sjónliga bergtikin av stóra bygninginum.

Eftir móttøkuna fingu børnini køku og okkurt at drekka afturvið og Anna Kirstin Thomsen bjóðaði teimum upp á gólv. Ein hugnalig løta í einum glæsiligum bygningi.

  



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo