UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-10-2017

Minningardagur teirra sjólátnu

Ónsdagin 1. November 2017 er minningardagur teirra sjólátnu, ella alla halganna dagur, ið hann eisini verður róptur. Dagurin verður sum vant hátíðarhildin á Tvøroyri.

Byrjað verður við gudstænastu í Tvøroyrar Kirkju kl. 13:30, ið Henning Bøgesvang, prestur, stendur fyri. Uml. Kl. 14:00 endar gudstænastan og farið verður út til minnisvarðan, har kransar verða lagdir. Eftir hetta verður ein hugnaløta í missiónshúsinum, har kaffi og okkurt afturvið verður at fáa. Siðvenja er, at um gjørligt, so luttekur manningin á skipinum hjá donsku sjóverjuni, ið er undir Føroyum. Í ár er HDMS Vædderen við Føroyar og kunnu vit gleðast um, at tað eisini í ár ber til hjá teimum at luttaka.
 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo