UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-10-2017

Kunningarstovan sera virkið 2017

Nærum dagliga hoyrist um, at ferðavinnan er alsamt vaksandi kring landið og hóast vit ikki síggja eins stórar bólkar av ferðafólkum her í oynni, so er tað ein sannroynd, at tey ferðandi eru sjónligari í dag, enn bert fyri fáum árum síðan.

Vit spurdu Pólu Strøm, ið er dagligur leiðari á Kunningarstovuni, ella Visit Suðuroy á Tvøroyri, um hon hevur lagt merki til gongdina. Póla hevur arbeitt á kunningarstovuni í 23 ár og hon svaraði ...skjótt og greitt “JA”.
“Her hevur verið nógv meira at gera í ár, enn undanfarin ár. Vit hava fyriskipað eina ørgrynnu av túrum og m.a. víst á gistingarmøguleikar. Tó, serliga hevur nógv verið at gjørt handan diskin, tá ferðafólk eru komin at spyrja um eitthvørt. Tey koma allastaðni frá og spurningarnir kunnu vera sera ymiskir”, segði Póla.
Hon sigur at tað merkist væl at ferðavinnan vindir uppá seg. Fleiri ferðir í ár hava allir gistingarmøguleikar verið upptiknir og, sigur Póla, ferðavinnuárið leingist báðar vegir. Fólk koma til landið áður og fara avstað aftur seinni. “Vit hava longu fingið nógvar bíleggingar uppá túrar og bed & breakfast til 2018 og tað er ikki heilt vanligt”.
Póla sigur, at tað er serliga útlendingar, ið bíleggja tíðliga. Hetta heldur hon vera frálíkt, tí so er lættari at leggja til rættis í tí dagliga.

Kunningarstovan á Tvøroyri heldur til í hølunum hjá Tvøroyrar Kommunu á Tvørávegi 37 og til ber at ringja á 611080 ella at senda teldupost á info@tvoroyri.fo

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo