UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
16-02-2018

Umleggingin undir Skorum liðug

12. apríl 2016 boðaði Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni frá,  at umleggingin av vatnleiðingini undir Skorðum byrjaði. Netið var gamalt og úr vánaligum tilfari. Hetta førdi við sær lekar og óstøðuga veiting.  Í fjør var størsti parturin gjørdur. Eitt størri arbeiði við veitingini frá Gamlansá inni á Oddafløtti í Trongisvági gjørdi,  at ikki alt var gjørt í einum. Men nú er so liðugt,  og allur tann eldri parturin skiftur út. Hetta hevur eisini víst seg í nýtsluni sum er minkað munandi,  samstundis sum vissa nú er fingin fyri at eingin gomul leiðing er virkin longur. Lægri nýtsla gevur lægri ferð gjøgnum reinsiskipanina í Støðlunum og harvið størri vissu fyri reinum vatni undir øllum umstøðum.

Tað er tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu sum hevur gjørt arbeiði. Tá aðrar uppgávur hava verið, hevur arbeiðið ligið stilt, men málið er nú nátt. Tað sum er spennandi við hesari verkætlanini er at henda veitingin er fyri seg sjálvan uttan samband við restina av kommununi, og tí ber væl til at máta hvussu stóra ávirkan ein tílik íløga hevur.

Tað sæst á mátingunum at nýtslan um náttina er minkað úr góðum 9 m3  um tíman niður í 3 m3 um tíman síðani umleggingin  byrjaði.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo