UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - STARVSLÝSINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-05-2018

2 námsfrøðingar til dagstovnin í Tvøroyrar Kommunu.

Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv til dagstovnin í Tvøroyrar Kommunu:

1 námsfrøðing 30 tímar, um vikuna, frá 6.august 2018 ella eftir nærri avtalu, og til 31. juli 2019.

1 námsfrøðing 20 tímar um vikuna, frá 16. august 2018, ella eftir nærri avtalu, og til 30. juni 2019.

Stovnslýsing:

Dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar kommunu fevnir um eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur, ein útibarnagarð og ein frítíðarskúla. Á stovninum starvast 22 starvsfólk, umframt eitt køksfólk ið ger mat til børnini 3 dagar um vikuna og ein húsavørður. Í løtuni ganga 95 børn á stovninum. Stovnurin liggur væl fyri, beint við ítróttarhøll og fótbóltsvøllin við Stórá, náttúran er nærmasti granni.

 

Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum. Eitt foreldraráð er skipað á dagstovninum.

 

Vit vænta av tær, at tú:

-          fylgir námsætlan, virðisgrundarlagnum og mannagongdum, sum eru partar av stovninum.

-          leggur dent á  virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava stórsta týdning í arbeiðinum við børnum.

-          brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.

-          kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.

-          hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

-          dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.

-          kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.

-          hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar

-          vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika

-          sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.

 

Løn:

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingur ikki søkir størvini, verður hjálparfólk sett. Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnin Mýrifípan

Att: Kari Petersen

Smærugøta 8

826 Trongisvágur

ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu tær vera okkum í hendi, seinast 18. juni 2018 kl. 12.00.

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo