UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
16-01-2019

Løgtingsvalið 2019 - lesandi uttanlands

Lesandi uttanlands kunnu nú søkja um at sleppa at velja til løgtingsvalið

Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.

Veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista.

Umsóknarblað fæst teldutøkt á heimasíðuni hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum og kann útfyllast og útskrivast beinleiðis av heimasíðuni. Til ber eisini at fáa umsóknarblað frá kommununum og føroysku viðskiftastovunum. Sí umsóknarblaðið her

Á umsóknarblaðnum skal tann lesandi eitt nú upplýsa heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðið. Tað er ikki longur neyðugt við váttan frá útbúgvingarstaðnum.

Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin. Heitt verður á tey lesandi, sum búgva uttanlands, um longu nú at søkja um at koma á vallistan til komandi løgtingsval.

Kommunurnar skulu boða Landsfólkayvirlitinum frá avgerðum um upptøku á vallista av veljarum. Landsfólkayvirlitið førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.

Lesandi uttanlands kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Lesandi uttanlands greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, t.d. sendistovur og donsk fólkayvirlit. Tað er eisini møguligt at greiða brævatkvøðu á einum fólkayvirliti í Føroyum. 

Umsóknir kunnu sendast við telduposti á tvoroyri@tvoroyri.fo . Til ber eisini at senda vanligan post til: Tvøroyrar Kommuna, Postboks 80, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo