UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-04-2019

Spæliplássið tikið í nýtslu í morgin.

Stásiliga spæliplássið, ið Tvøroyrar Kommuna í longri tíð hevur arbeitt við, er nú vorðið veruleiki og klárt er at taka tað í nýtslu.

Tað er Sp/f Hjálpirót, ið hevur staðið fyri at seta spæliplássið upp og leggja gummiundirlagið á. Á spæliplássinum er ein ørgrynna av stuttligum tingum at royna hjá børnunum og eingin ivi er um, at plássið fer at verða væl vitjað. Longu meðan spæliplássið stóð í gerð, flokkaðist ungdómurin um tað, ið var komið upp. Tískil vóru arbeiðsfólkini noydd at seta hegn upp kring spæliplássið, tí trygdin mátti sjálvandi vera í lagið.

Í morgin, leygardagin 6. apríl kl. 15:00, verður spæliplássið alment tikið í nýtslu. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sigur nøkur orð og so sleppa børnini annars at royna spæliplássið. Børnini fáa eisini pizza og okkurt drekkandi afturvið. Ætlanin var upprunaliga at hava tiltakið kl. 11:00, men tað er so broytt til kl. 15:00. Hetta tí at Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, verður 80 ár í morgin og ítróttarfeløgini FSR, Tvøroyrar Fimleikarfelag og TBF hátíðarhalda dagin við “opnum” húsi í Ítróttarhøllini í Trongisvági frá kl. 10-14. Soleiðis náa fólk bæði tiltøk.

Tvøroyrar Kommuna fegnast um at spæliplássið nú er liðugt og at miðbýurin hevur fingið eitt stórt, uttandurða aktiv fyri okkara børn og ungdóm.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 
(Mynd: Lasse Jensen) 
 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo