UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - STARVSLÝSINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-07-2019

Kommunustjóri til Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar Kommuna søkir eftir kommunustjóra til fast starv at byrja 1. septembur 2019 ella eftir nærri avt

 

Um kommununa

Tvøroyrar Kommuna er ein kommuna í framgongd, og fíggjarætlanin fyri 2019 javnvigar við umleið 104 mió kr. Kommunan hevur umleið 70 rakstrarstøð, ið m.a. fevna um fyrisiting, barnaverndarøkið, eldraøkið, barnaansing, tekniska økið og havnina. Á nøkrum av hesum økjum er skipað samstarv við aðrar kommunur í oynni.

Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 130 fólk í starvi, og arbeiða hesi á ymsu stovnunum hjá kommununi.

Tvøroyrar býráð er mannað av 7 limum. Politiska arbeiðið er skipað í 6 nevndum. Hesar nevndir eru fíggjarnevnd, tekniska nevnd, trivnaðar- og umhvørvisnevnd, sosiala nevnd, mentanarnevnd, vinnu- og havnanevnd.

Fyrisitingin hjá Tvøroyrar Kommunu heldur til í hølum mitt í býnum á Tvøroyri, har 10 fólk eru í starvi, umframt borgarstjóran. Fyrisitingin umfatar eina tekniska deild og eina fíggjardeild.

 

Starvið sum kommunustjóri

Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum, og starvið er bygnaðarliga skipað sum partur av ovastu umsitingarligu leiðsluni saman við borgarstjóranum.

Kommunustjórin er skrivari hjá býráðnum, fíggjarnevndini, sosialu nevnd og mentanarnevndini, og málsviðgeri á málum hjá hesum nevndum. Kommunustjórin umboðar kommununa í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum, har allar ætalaðar broytingar á kommunala økinum verða viðgjørdar. Kommunustjórin varar eisini av starvsfólkaøkinum hjá kommununi.

 

Uppgávurnar hjá kommunustjóranum umfata m.a.:

o   At vara av fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu stýringini í Tvøroyrar Kommunu

o   At tryggja, at fyrisitingin kann veita politisku skipanini professionella og fakliga ráðgeving

o   At seta í verk nýggja lóggávu, politisk mál og politiskar avgerðir

o   At tryggja eitt gott samskifti við borgarar, vinnulív og viðskiftafólk

o   At tryggja dagligu arbeiðsgongdirnar í fyrisitingini

o   At fyrireika til fundir og at avgreiða mál, tá avgerð er tikin

o   At vegleiða og ráðgeva í samband við starvsfólkamál

o   Málsviðgerð

 

Um rætta umsøkjaran

Fakligir førleikar og royndir

o   Viðkomandi hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgving og royndir

o   Viðkomandi hevur kunnleika til almenna umsiting

o   Viðkomandi hevur innlit í føroysk samfelagsviðurskifti sum heild

o   Royndir frá fyrisiting, leiðslu og/ella fíggjarstýring kunnu vera ein fyrimunur

o   Kunnleiki til kommunal viðurskiftir kann vera ein fyrimunur

o   Royndir frá arbeiði í politiskum umhvørvi kunnu vera ein fyrimunur

 

Persónligir eginleikar

Dentur verður lagdur á at:

o   Viðkomandi er siðiligur og vísir øðrum álit og virðing

o   Viðkomandi hevur virðing fyri og vilja til at samstarva við politisku skipanina

o   Viðkomandi er fleksibul og hevur góð samstarvsevnir

o   Viðkomandi hevur góð evni at samskifta og málbera seg

o   Viðkomandi er framsíggin, ábyrgdarfullur, miðvísur og kann arbeiða sjálvstøðugt

o   Viðkomandi hevur førleika at síggja og fremja skilagóðar loysnir

o   Viðkomandi skal vera før/ur fyri at arbeiða undir ávísum trýsti og at hava nógvar bóltar í luftini samstundis

o   Viðkomandi skal tola broytingar og tillagingar í starvinum

 

Starvið sum kommunustjóri er tænastumannalíknandi og er flokkað sambært 37. lønarflokki í tænastumannasáttmálanum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin í starvinum er áljóðandi kr. 51.139,65 umframt 15% í eftirløn. Starvið verður sett frá 1. septembur 2019 ella eftir nærri avtalu.

 

Áhugaðir umsøkjarir, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Amy Bech, fíggjarleiðara á tlf. 22 60 13 ella umvegis teldupost amy@tvoroyri.fo.

 

Umsóknir við lívsrensli, viðmælum, revsiváttan v.m. skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. august 2019 kl. 12.00 og skulu sendast til Tvøroyrar Kommunu, Tvørávegur 37, FO-800 Tvøroyri ella á teldupost jonleyg@tvoroyri.fo, mrk. Kommunustjóri.

 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo