UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
25-07-2020

Tikið verður móti glasi til endurvinning

Tvøroyrar kommuna hevur í fleiri ár havt eitt plast ílat standandi á Endurnýtsluplássinum, har fólk hava havt møguleika at lata glas til tyrvingar, heldur enn at hetta er latið í ruskbingjuna til brenning.

 
Nú verða mannagongdinar broyttar. 
IRF hevur nú gjørt eina ætlan, har glas kann latast inn til endurvinningar heldur enn at tað verður brent ella tyrvt. Tí verður heitt á øll húsarhald í Tvøroyrar kommunu um at skilja glas frá til endurvinning, og hevur Tvøroyrar kommuna sett eitt stórt ílat á Endurnýtsluplássið, har glas kann innlatast til endurnýtslu.
 

Hvat glas kann latast til endurvinning?

Allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast inn til endurvinning. Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni (Tað er ikki er neyðugt at vaska lutin við sápu). Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.

Hvat glas kann IKKI latast til endurvinning?

  • Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
  • Keramikkur (t.d. urtapottar)
  • Eldføst føt
  • Grýtulok úr glasi
  • Ljósperur (Allar ljósperur skulu í reyða posan)
  • Spegl
  • Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
  • Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á

Skiljing av húsarhaldsburturkast

Tá tað snýr seg um at skilja húsarhaldsruskið, vísir IRF til bæði hvíta og reyða posan.

Í hvíta posan kanst tú lata:

  • Papp/pappír
  • Tíðarrit og prentað bløð
  • Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
  • Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
  • Brævbjálvar (við og uttan rút)
  • Skógvaeskjur, papprullur, bøkur

Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan. Les meira um hvíta posan her. 

Í reyða posan kanst tú lata:

  • Ljósperur
  • Battarí (skulu vera í afturlatnum ílati/krukku fyri seg í posanum)
  • Máling
  • Loysingarevni
  • Sýra og lútur
  • Spreydósir
  • Leivdir av plantu- og djóraeitri
  • Smærri elektroniskir lutir
  • Serliga dálkandi burturkast annars

Tú kanst lesa meira um reyða posan her.

 Upplatingartíðir á Endurnýtsluni kunna síggjast her.
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo