UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
08-08-2020

DROP-IN KORONA KANNINGAR

Sera nógv ferðsla hevur verði á Tvøroyri seinastu dagarnar við longum bilrøðum til Suðuroyar Sjúkrahús við fólkum, ið er blivin poda fyri Korona.

Longu bilrøðinar hava viðført nakað av ampa og ruðuleika í ferðsluni, eins og hesar ikki hava verði ferðsluliga tryggar.

Tí hevur umsitingin í Tvøroyrar kommuna og Suðuroyar Sjúkrahús tosa saman um aðra loysn, og eru komin ásamt um, at korona kanningar í eina tíð verða at fara fram á parkeringsøkinum sunnan fyri Ítróttarhøllina í Trongisvági.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur avgjørt at uppsettur eina “drop-in”  kanningarmiðstøð í kjallaranum í skúlanum í Trongisvági, ið byrjar at taka ímóti fólkum mánamorgun 10. august. kl. 10:00.

Ferðslubroyting:

Ætlanin viðførur eisini at Tvøroyrar kommuna lýsir eina tíðaravmarkaða ferðslubroyting fyri økið við Ítróttarhøllina, skúlan,og vøllin við Stórá, sum verður galdandi so leingið sum korona kanningarnar fara fram á parkeringsøkinum sunnan fyri Ítróttarhøllina.

Íbindingin í høvuðsvegin sunnan fyri Ítróttarhøllina, og vegurin vestur til vøllin við Stórá, og til parkeringsøkið norðanfyri skúlan verður einsrætta, og allir bilførarar, sum skulu av økinum vera tí at nýta norðari íbindingina í Trongisvágsveg.

Heitt verður á fólk um ikki at parkera bilar á parkeringsøkið sunnan fyri Ítróttarhøllina, sum verður skipa til bilrøðir og parkering til kanningarmiðstøðina.

Starvsfólkið í Barnagarðinum, vera biðin um at parkera norðan fyri skúlan, og foreldur at børnum vera biðin um at stutttíðar parkera inni á økinum við  spæliplássið. Loyvt er koyra til barnagarðin sum vant, men tá fari verður frá barnagarðinum verður hetta umvegis norðari íbindingina til Trongisvágsveg.

Fólk sum búgva í økinum Børkugøta og Sóljugøta, kunna koyra til hús sum vant, men skulu brúka norðari íbindingina til Trongisvágsveg, tá fari verður frá húsum.

Tvøroyrar kommuna 08.08.2020

 
 
 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo