Ungdómshúsið PH4 er í støðugari menning, og verður tú sum leiðari at mynda gongdina í ungdómshúsinum.
PH4 rúmar øll ung á Tvøroyri, við samstarvi við tey ungu um at menna teirra hugskot, geva íblástur til verkætlanir, ið kunna blíva verðuligar.
-Kommunan ynskir støðugt at menna og víðka um innihaldið og virksemið í ungdómshúsinum, og verður tú sum leiðari við til at skipa fyri hesum. Sum leiðari hevur tú dagliga samskiftið við tey ungu, og myndar húsið úteftir. ~Meira kann lesast um ungdómshúsið PH4 her
VANGAMYND HJÁ UMSØKJARA
Útbúgving, royndir og førleikar:
· viðkomandi útbúgving, kann vera ein fyrimunur, men ikki ein treyt
· er blíð-/ur, fyrikomandi, nærlagdur-/nærløgd, røkin, álítandi og góð samstarvsevnir
· hug, evni og dáma væl at arbeiða við børnum og ungum
· hevur hugsjónir og áhuga innan ungdómsarbeiði
· royndir innan ungdómsarbeiði er ein fyrimunur
Uppgávu v.m.:
· skapa tryggleika og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka
· skipa fyri tiltøkum, ið hóska til ymisku aldursbólkarnar
· hava áhuga í, og vera opin fyri, einum fjølbroyttum gerandisdegi
· at samstarva um nýggj hugskot, børnunum at frama
· at virka fyri, at reglugerðir viðv. trygd, reinføri og ruddiligheit kring húsið verða yvirhildnar
· kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og duga væl at samskifta við børn og vaksin
· ábyrgd av dagliga rakstirnum og fíggjarstýring
Ungdómshúsið kann m.a. bjóða:
· eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
· ein gerandisdag í hugnaligum hølum í søguligum nærumhvørvi
· umframt leiðaran, er hjálparfólk knýtt at ungdómshúsinum
Setanar- og lønarviðurskifti:
· talan er um fast starv frá 1. januar 2022, ella skjótast gjørligt
· talan er um starvstíð 1.0 svarandi til 39 tímar um vikuna -leiðarin skal tola at arbeiða um kvøldi og um vikuskiftir
· starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið, flokk. 6
· tilvísing til kommunustjóran
Umsókn:
Umsóknin saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. desember 2021 kl. 12.00. ~revsiváttan kann verða umbiðin til setanarsamrøðuna
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 611085.