UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
06-02-2022

Arthur verður leiðari av ungdómshúsinum PH4 á Tvøroyri

Arthur Djurhuus Poulsen er settur í starv sum leiðari av ungdómshúsinum PH4, eisini nevnt Pakkhús 4 á Tvøroyri.

Tvøroyrar býráð samtykti tórskvøldið at seta Arthur Djurhuus Poulsen í starv sum leiðara av ungdómshúsinum PH4, ið heldur til í pakkhúsi nr. 4 hjá fyrv. A/S T.F. Thomsen á havnarlagnum á Tvøroyri, sum í dag er ogn hjá Tvøroyrar kommunu.

Arthur Djurhuus Poulsen er 28 ára gamal, og er útbúgvin Sosialráðgevi. Seinastu 2 árini hevur Arthur starvast á trivnaðareind hjá Almannaverkinum, við tvørfagligum uppgávum, m.a at samskipa samstarv millum námsfrøðingar, kriminalforsorgina, sosialráðgevarar, sjúkrarøkt, og skúlar.

Arthur er kendur fyri tíðina hann sjálvur var virkin innan ítrótt, har hann leikti flogbólt og fótbólt. Eisini hevur Arthur verði virkin venjari hjá børnum og ungum innan flogbólt og fótbolt.

 
 
Ungdómshúsið Pakkhús 4, PH4
Pakkhús 4 er staðið har børn og ung møtast fyri at hugna sær og hitta onnur í einum umhvørvi skipa eftir SSP samstarvinum.  Meira kann lesast her um SSP.
 
 
 
PH4 rúmar øll ung á Tvøroyri, og við samstarvi við tey ungu, um at menna teirra hugskot, geva íblástur til verkætlanir, sum vónandi kunna blíva veruliga, ynskir kommunan støðugt at menna og víðka um innihaldið og virksemið í ungdómshúsinum, saman við dugnaligu starvsfólkinum og nýggja leiðaranum í ungdómshúsinum.
 
Pakkhús 4 er staðið har børn og ung koma av áhuga. Her møtast børn og ung undir góðum og tryggum karmum, har tey sleppa at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í sera hugnaligum umhvørvi, hittast tey til prát, spøl, við møguleika fyri at keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera fyri seg sjálvan, saman við sínum vinum og javnaldrum. Her er eisini møguleiki fyri at takast við og læra ymiskt handaligt arbeiði, spæla tónleik, luttaka í skeiðvirksemi og verkætlanum o.s.fr.
 
PH 4 er opið 3 gerandisdagar um vikuna, harafturat kann vera skipa fyri tiltøkum um vikuskiftið.
 
Tvøroyrar kommuna ynskir Arthur vælkomnan í starv, har hann byrjar í næstum. 
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo