UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
09-08-2022

DAGFØRINGAR Á BÁTAHYLIN UNDIR TVØRABAKKA

Nú Tvøroyrar kommuna hevur gørt av, at dagføra bátahylin undir Tvørabakka, kemur hetta at órógva umstøðurnar at hava bát liggjandi í bátahylinum í uml. 10 vikur, og mugu -í fyrsta umfari- allir bátar á norðari síðu flytast. 

Arbeiði verður at byrja mánamorgunin 15. August, har fyrsta byggistig er at útskifta gomlu brýrnar á norðari síðu, og er tí alneyðugt, at allir bátar á norðari síðu vera fluttir, áðrenn mánamorgunin 15. August.
 
Eftir at  arbeiði á norðari síðu er liðugt um uml. 4-6 vikur -ella møguliga fyrr enn hetta-, verður byrja á sunnari síðu, ið tá viðførir hetta sama, at allir bátarnir á sunnari síðu mugu flytast.

Bátaeigarar, sum eiga neyst vera bidnir um at draga bátin, meðan eigarar av smærri bátum, verða bidnir um at taka bátin til hús ella at stilla henda á økið við gomlu bedingini í Trongisvági.

Avmarkað pláss er í Súpanarvíkini til uml. 4 av teimum størru bátunum, sum ikki hava aðrar møguleikar at liggja. Um hetta ikki er nokk, hevur Hvalbiar kommuna bjóða Tvøroyrar kommuna at vísa til bátahylin í Hvalba, meðan arbeiði uppá bátahylin undir Tvørabakka fer fram.

Mett verður at arbeiði kemur at strekkja seg yvir eitt tíðarskeið á minst 6-10 vikur, og verður heitt á bátaeigarar um at vísa tolsemið hetta tíðarskeiði.

Tvøroyrar havn skipar fyri arbeiðinum higani tilber at fáa leiðbeining.

Loftmynd av bátahylinum undir Tvørabakka við upplýsing um arbeiðsgongdina -(broytingar kunna koma í tíðarætlanina fyri næsta byggistig) 
 
Tvøroyrar havn og Tekniska deild 


 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo