UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
13-08-2022

Rudi Hammer prógvhandan

Í dag var prógvhandan og fráfaringarløta á kommunuskrivstovuni, nú Rudi Hammer hevur staði sína lærutíð og yrkisroynd innan skrivstovuyrkið, við sergrein innan fyrisiting.
 
 
Mynd av Jennie Debes, lærumeistari, Rudi Hammer og Kristin Michelsen, borgarstjóri
 
 
Hetta var samstundis seinasti starvsdagur hjá Rudi á kommunuskrivstovuni, nú hon v./fam. flyta til Danmarkar, har hon er upptikin á UC syd at lesa Administrationsbachelor eftir summarfrítíðina.
 
 
Tvøroyrar kommuna takkar Rudi Hammer fyri starvstíðina, og ynskir henni og familjuni blíðan byr víðari á lívsleiðini, nú tey hava gjørt av at flyta til Danmarkar í eina tíð. 
 
 
Tvøroyrar kommuna
hin 12. august 2022 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo