UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - STARVSLÝSINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-09-2022

Reingerðarfólk til kommunulæknaviðtaluna

Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum reingerðarfólkið til kommunulæknaviðtaluna á Tvøroyri at byrja 1. oktober 2022, ella skjótast gjørligt.

Talan er um tíðaravmarkað avloysarastarv frá 1. oktober 2022 til 31. desember 2022.

 

Arbeiðsuppgávur:

  • reingerð av kommunulæknaviðtaluni og tilhoyrandi rúmum
  • at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar

 

Aðrar uppgávur kunna vera:

  • reingerð av øðrum stovnum og bygningum hjá Tvøroyrar kommunu
  • at taka lut í kunning og ráðgeving um reingerð av serøkjum

 

Førleikar:

  • hevur góð samstarvsevnir
  • er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
  • hevur góða heilsustøðu  

 

Setanar- og lønarviðurskifti:

  • lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelagelagið
  • arbeiðstímatal í vikuni er: 20 tímar (17-21)
  • tilvísing til tekniskaleiðaran hjá Tvøroyrar kommunu 

 

Umsókn:

Umsóknin og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. september 2022 kl. 12:00. 

 

 

Áhugaði eru vælkomin at tosa við umsitingina hjá Tvøroyrar kommuna fyri at hoyra nærri um starvið. -tlf. 611085.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo