18-07-2019
Býráðsskrivstovan í summarfrí
Býráðsskrivstovan er stongd vegna summarfrí frá mánadegnum 22. juli til mánadagin 12. august 2019.
Eru átrokandi trupulleikar við drekkivatninum, kunnu tygum ringja á tlf. 275726.
Hava tygum átrokandi boð til teknisku deild, kunnu tygum ringja á tlf. 255565.
Ynskja tygum at greiða brævatkvøðu til løgtingsvalið í hesum tíðarskeiði, kunnu tygum ringja á tlf. 215165.
Opið verður aftur sum vanligt mánadagin 12. august.
Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum eitt gott summar.