TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
14-12-2016

Ung í arbeiði 2017

Frá 26. juni til 21. juli 2017 verður Ung í arbeiði, sum er eitt átak, har Tvøroyrar Kommuna bjóðar teimum ungu arbeiði í summarfrítíðini.

Tilboðið er galdandi fyri skúlaungdómar í Tvøroyrar Kommunu, sum pr. 26. juni 2017 eru eldri enn 15 ár, og hvør umsøkjari fær í mesta lagi arbeiði í tvær vikur.

Arbeitt verður átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi.

Tilmeldað verður við at fylla oyðublað út í móttøkuni á býráðsskrivstovuni, ella við at senda teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo.

Tilmeldingarfreist er týsdagin 1. juni 2017. 

Upplýsast skal navn, p-tal, kontonr., bústaður, teldupostadr. og telefonnummar , og møguligt tíðarskeið har tú ert tøk/tøkur.

Umsóknarblað (PDF, 357 KB)




Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo