ÚTIBARNAGARÐURIN
Tú ert her: ÚTIBARNAGARÐURIN << - GREINAR
Smærugøta 11
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
20-11-2021

Mýrifípan letur upp aftur mánamorgun 22. nov.

Tvøroyrar kommuna hevur avgjørt at lata barnagaðin og frítíðarskúlan upp aftur mánamorgunin 22. november, og verður hetta gjørt í samráð við tilmælir frá landslæknanum og samb. tilmælum hjá korona ráðgevingini.

Vegleiðing fyri varliga upplating av dagstovnum 

HAVA STARVSFÓLK ELLA BØRN SJÚKUEYÐKENNI, EISINI MILD SJÚKUEYÐKENNI, SKULU TEY IKKI KOMA Á STOVNIN. 

Bulurin í upplatingini er gott reinføri, og er tað sera týdningarmikið, at bæði starvsfólk, foreldur og børn í mest møguligan mun hava gott reinføri - bæði heima og á stovninum.

Tað, sum riggar best er, at øll fólk, sum hava sína gongd í dagstovnum, vaska hendurnar væl og virðiliga við vatni og sápu fleiri ferðir um dagin, við nýtslu av handspritti aftaná eisini.

Harumframt hevur tað týdning, at starvsfólk og børn eisini fylgja almennu tilráðingunum í frítíðini. 

 

Ítøkilig fyribyrgjandi tiltøk, sum fyribyrgja smittuspjaðing á dagstovnum. 

Fyri at arbeiða smittufyribyrgjandi, soleiðis sum víst er á omanfyri, verður mælt til at fylgja niðanfyri standandi tiltøkunum: 

  • Fólk, sum fara frá húsum, skulu vaska sær um hendurnar, beint áðrenn tey fara heimanífrá.
  • Tryggjast skal, at foreldur ella onnur, ið fylgja børnum, ikki savna seg saman við inngongdirnar til stovnin.
  • Sama foreldur skal í mest møguligan mun avlevera og heinta.
  • Starvsfólkini á stovninum hjálpa til, soleiðis at tað ikki er neyðugt at foreldur ella onnur, ið fylgja børnum, koma inn á stovnin. 
  • Sum heild skulu fólk ikki koma í fysiskt samband, tætt og langligt samband við onnur, taka í hondina á øðrum ella klemma onnur enn tey, sum tey búgva saman við. 
  • Eitt barn, sum fær sjúkueyðkenni meðan tað er á stovni, skal avheintast skjótast gjørligt. 
  • Um starvsfólkið kennir seg sjúkt, skal tað ikki møta til arbeiðis. 
  • Fær eitt starvsfólk sjúkueyðkenni, meðan tað er til arbeiðis, skal tað fara heim beinanvegin. 
  • Starvsfólk skulu lata seg testa 1. ferð pr. viku.
  • Mælt verður foreldrum at fylgja væl við um skjúkueyðkenni eru hjá børnum, og at boða frá til stovnsleiðaran á tlf. 218737.
Ótti hjá starvsfólki, foreldrum og børnum 
Fyri tíðina er støðan í samfelagnum merkt av ótta um farsóttina og coronavirusið. Hetta ávirkar okkum øll. Tað er natúrligt at kenna økta strongd í slíkum førum, og tað hevur týdning, at vit øll ansa eftir hvørjum øðrum og eftir okkum sjálvum. 

Meginparturin av teimum smittaðu fáa eina milda krímsjúku, meðan lutvíst fá fólk gerast so álvarsama sjúk, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús. Royndirnar higartil benda á, at børn fáa mild sjúkueyðkenni. 

Sjúkueyðkenni  
Vanliga minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Fólk kunnu fáa krím, ilt í hálsin, vøddapínu, turran hosta og fepur. Av somu orsøk kann tað vera torført at skyna mun á vanligari krímsjúku og sjúku elvda av coronavirusi. Fólk fáa sjúkueyðkenni millum tveir og 14 dagar eftir, at tey er smittað við coronavirusi. Tey flestu fáa eyðkennini millum fimta til sjeynda dagin. Tað er tó eisini tey, sum eru smittað uttan at hava serlig sjúkueyðkenni, og tey kunnu eisini smittað onnur. 
 
HAVA STARVSFÓLK ELLA BØRN SJÚKUEYÐKENNI, EISINI MILD SJÚKUEYÐKENNI, SKULU TEY IKKI KOMA Á STOVNIN.  
 
Eru starvsfólk ella børn sett í sóttarhald, skulu tey ikki møta fyrr enn heilsumyndugleikarnir hava givið tilsøgn um hetta.
 
Tørvar tær meira kunning ber til at venda seg til stovnsleiðaran á Mýrifípuni, Kari Petersen á tlf. 218737 ella við at ringja til koronaráðgevingina á tlf. 304040. 
 
Onnur tilmælir kunna koma seinni. 
 
Tvøroyrar kommuna
Mýrifípan 
 

Veðleiðing um avbyrging, sóttarhald kann lesast á heimasíðuni hjá koronaráðgevingini her

 
 
 
 



Útibarnagarðurin, Smærugøta 11, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo