VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI
Tú ert her: VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611080
info@tvoroyri.fo
26-09-2016

Vísindavøka á ferð vitjar Tvøroyri

 

Granskingarráðið og granskingarstovnarnir skipa aftur í ár fyri tiltakinum  "Vísindavøka á ferð" i døgunum 19. -29. september. 
 
Ein røð av fyrilestrum verða kring alt landið, og tiltakið verður skipað soleiðis, at granskarin heldur ein fyrilestur í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak. 
 
Endamálið er at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.
Vísindavøkan er opin fyri øll, og øll tiltøk eru ókeypis.
 
 
Soleiðis verður vitjað á Tvøroyri: 
 
 

19. september

19.30 Trongisvágs skúli

Hvussu uppliva børn hjá foreldrum, ið eru rakt av sálarsjúku, sína tilveru

Kristianna Dam, Fróðskaparsetrið

 

26. september

19.30 Trongisvágs skúli

Í stovuni sofu, í køki komfýr. Føroyski bústaðurin fyrsta part av 20. øld.

Jóan Pauli Joensen, Fróðskaparsetrið

 
 
Sí alla skránna fyri Vísindavøku á ferð 2016 
 
 



Visit Suðuroy á Tvøroyri, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611080 - info@tvoroyri.fo