TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
20-03-2014

Útbjóðing av skúlabarnakoyring

Tvøroyrar Kommuna bjóðar skúlabarnakoyringina út fyri 5 ár frá skúlaárinum 2014/2015 at rokna.

Arbeiðið umfatar alla ta dagligu skúlabarnakoyringina í kommununi, sum p.t. er 34 túrar (á uml. 3 km) um vikuna millum skúlan á Tvøroyri og skúlan í Trongisvági, og 16 rundtúrar í kommununi (á uml. 20,5 km) um vikuna.

Arbeiðstakarin hevur skyldu til altíð at hava kapasitet tøkan til 40 børn.

Tað er eitt krav at bussar, sum verða brúktir til skúlabarnaflutning, eru í góðum standi, lúka øll galdandi trygdarkrøv og eru reinir og nossligir.

Góðskan á sjálvari tænastuni skal eisini vera á høgum støði.

Arbeiðstakarin skal í samráð við skúlaleiðsluna leggja koyringina til rættis, so hon svarar við tann tørv, sum er.

Fyrispurningar um útbjóðingina skulu stílast til Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur, fartlf.: 211712, tummas@tvoroyri.fo .

Freistin at lata inn tilboð er: fríggjadagin 11. apríl 2014 kl. 12.

 

Heinta kort: 
Koyrileið og busssteðgipláss

 
 
 
 
 



Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo