TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
30-11-2016

Bridge í skúlanum

Sigast kann ikki annað enn, at næmingarnir í Tvøroyrar Skúla keða seg ikki, tí í morgun var skúlin, enn einaferð, karmur um forvitnisligt tiltak.

Í dupultstovuni vóru 7. flokkarnir úr Tvøroyrar-, Vágs-, Hvalbiar- og Sumbiar Skúla, savnaðir at spæla bridge. Kring borðini sótu næmingar við kortum og hugsavnaðu seg um spælið, meðan meira royndir bridgespælarir hjálptu til. Hetta, tí tey eru mong, ið als ikki kenna spælið.

 

Ein av teimum, ið hjálptu til, var Eva Sarita Berg, úr Hvalba. Eva er útbúgvin lærari, er júst flutt heim aftur úr Danmark og hevur búsett seg á Tvøroyri. Hon er íðin bridgespælari og spælir hvønn týsdag saman við hinum 12-20 bridgespælarunum í oynni, á Miðnámsskúlanumí Hovi. Tey kundu ynskt sær at tey vóru fleir og er tað ein av orsøkunum til, at tey eru farin undir tiltakið. Hon sigur, at í Danmark hava fleiri skúlar sett bridge á vikuætlanina, tí at tað ger veruliga nakað fyri konsentratiónina, samstarvsevnini og virðingina millum næmingarnar.

 

Ítrótturin hevur nógv at siga hjá mongum næmingi, men Eva meinar, at her fáa tey ungu heilavenjing so tað forslær. Skúlin á Fløtum hevur roynt at havt bridge á skránni 2 tímar um vikuna í 6 vikur og hava úrslitini verið sera góð. Í Tvøroyrar Skúla er fyribils talan um ein temadag. Ein eftirmeting verður seinni gjørd og so má metast um, um hetta er nakað, ið skúlin ynskir at gera meira við.

 

Eva sigur at næmingarnir hava tikið sera væl ímóti átakinum. Teir hava víst stóran áhuga og longu nú heldur Eva seg hava sæð einstakan næming, ið hevur víst serligt hegni til spælið. Eva sigur, at tað er lætt at koma í gongd við bridge, men skalt tú gerast góð/ur, so krevst tað vilji og ágrýtni – eins og vit kenna tað í øðrum kappingarítrótti.

 

Við m.a. góðu úrslitunum í Danmark sum fyrimynd, hevur Føroya Bridgesamband sett á stovn “Skúlabridge”, ið er eitt tilboð til føroyska fólkaskúlan. Við í dag, var eisini Símun Lassaberg, ið er kappingarleiðari í Føroya Bridgesambandi. Hann sigur, at áðrenn Bridgesambandið vitjaði Tvøroyrar Skúla, varð bridge roynt í skúlanum á Norðskála og í Havn. Øll støð hava næmingarnir tikið væl ímóti, hóast tað hevur verið ymiskt, hvussu væl tað hevur ligið fyri hjá teimum, tí hetta er so nýtt fyri tey. Øll hava tímað sera væl, tá tey fyrt eru komin í gongd.

 

Símun sigur, at Bridgesambandið er altíð klárt til, eftir førimuni, at veita eina hjálpandi hond, um onkur skúli er, ið hevur hug til at royna bridge saman við næmingunum.

 

Um tit hava áhuga í at lesa meira um skúlabridge, so ber til at fara inn á heimasíðuna skulabridge.com og fáa meir at vita.

 

 




Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo