TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
03-12-2014

Jens Johannesen farin frá sum lærari

Í gjár 2. desember var eitt lítið hátíðarhald í kantinuni í Trongisvágs skúla, í samband við at Jens Johannesen er farin frá sum lærari.
 
Skúlin, mentunnarnevndin og skúlastýrið skipaðu fyri. Skúlastjórin, Johan Joensen, helt røðu og handaði eina gávu sum minni um starvstíðina frá 1980 og til nú í november 2014.
 
Anita Vibergsdóttir helt røðu fyri býráðið og handaði gávu, og Karin Maria Thorsteinsson helt røðu fyri lærararnar og handaði gávu.
 
Jens sjálvur takkaði fyri seg og konuna og tók saman um øll hesi árini í skúlanum.
 
Hetta var ein stak hugnalig og gevandi løta til tess at takka einum starvsfelaga, ið hevur lagt sítt lívsstarv í sama skúla og verið við til at mynda læru og lív hjá úti við tveimum ættarliðum her á plássinum.
 
 
 



Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo