TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - VEGLEIÐINGAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
03-10-2023

Starvsvenjing hjá Tvøroyrar Kommunu

MANNAGONGD
 
Í sambandi við, at næmingar í Tvøroyrar skúla eru í starvsvenjing á rakstrarstøðum hjá Tvøroyrar kommunu
Henda mannagongd er gjørd sambært samtykt hjá Tvøroyrar býráð tann 11. desember 2017. 
 
Innihaldið í mannagongdini er tilevnað við støði í rundskrivi hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum frá 2003 nevnt ”Rundskriv um samsýning til lesandi og skúlanæmingar í starvsvenjing”.
 
Virkisøki
1. Mannagongdin fevnir um næmingar hjá Tvøroyrar skúla, sum eru í starvsvenjing á rakstrarstøðum hjá Tvøroyrar kommunu.
 
Skúli og rakstrarstað avtala starvsvenjing
2. Tvøroyrar skúli avtalar starvsvenjingina hjá næminginum beinleiðis við leiðaran á rakstrarstaðnum hjá Tvøroyrar kommunu.
 
Uppgávan hjá rakstrarstaðnum
3. Leiðarin á rakstrarstaðnum leggur arbeiði hjá skúlanæminginum soleiðis til rættis, at talan er um smærri arbeiðs-uppgávur runt á rakstrarstaðnum, sum svara til førleikan hjá einstaka næminginum.
4. Vísandi til pkt. 3, so skal leiðarin á rakstrarstaðnum – áðrenn starvsvenjingin hjá næminginum byrjar – hava gjørt eina skrivliga mannagongd um arbeiðsgongdir á rakstrarstaðnum, sum næmingurin fær kunning um, tá starvsvenjingin byrjar.
5. Leiðarin á rakstrarstaðnum kunnar umsitingina hjá Tvøroyrar kommunu um navnið á skúlanæminginum, tá starvsvenjingin er liðug. 
 
Samsýning
6. Skúlanæmingur, sum er í starvsvenjing á einum av rakstrarstøðunum hjá Tvøroyrar kommunu, fær kr. 500,- í samsýning. Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu flytir skúlanæminginum nevndu upphædd á kontu í peningastovni, tá starvsvenjingin er liðug.
 
Trygging
7. Í starvsvenjingartíðini eru skúlanæmingarnir tryggjaðir av Tvøroyrar kommunu.
 
Skúlin letur úr hondum frágreiðing
8. Á hvørjum ári við skúlaársenda skal Tvøroyrar skúli geva umsitingini hjá Tvøroyrar kommunu eina skrivliga frágreiðing um, hvussu nógvir næmingar hava verið í starvsvenjing, og hvussu starvsvenjingin hevur hilnast. Henda frágreiðing tekur støði teimum báðu frágreiðingunum, sum ávíkavist rakstrarstað og næmingurin lata úr hondum, tá starvsvenjingin er endað.
 
Gildiskoma
9. Henda mannagongd kemur í gildi tann 1. februar 2018.
 
Tvøroyri, 08. januar 2023.
 
 
____________________     
Kristin Michelsen
 
 _____________________ 
 Fróði Mortensen
Borgarstjóri   Kommunustjóri 
                                                                         
     



Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo