TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
22-05-2015

Vitjan á handarbeiðsbreytini í Tvøroyrar Skúla


Seinastu mánaðirnar hava vit vitjað Tvøroyrar Skúla í samband við sólarmyrkingina og so eisini í samband við ruddingardagin, ið Næmingaráðið í Tvøroyrar Skúla skipaði fyri. Næmingaráðið hevur eisini vitjað kommununa.Fyrradagin vitjaðu vit so aftur, tá handarbeiðsbreytin hjá 10. flokki hevði framsýning av lutum, ið tey høvdu tilvirkað.

Tá vit komu, sýndu tey fram fyri nøkrum yngri næmingum. Tað eru lærarinnurnar Súsanna Mortensen og Alexandra Ripley, ið standa fyri handarbeiðsbreytini. Næmingarnir hava 4 tímar hvønn ónsdag og hóast ein kundi ímyndað sær, tílíkt ikki er so væl umtókt millum tey ungu í dag, so er tað fullkomuliga umvent, siga tær báðar. Tær ungu genturnar dáma sera væl handarbeiðsbreytina og nýta tær høvið til at gera ymisk pløgg til sín sjálvs, ella familjuna.

Á skránni er ymiskt: Tey binda, seyma, tøva, hekla og baldýra(brodera). Tilfarið er eisini ymiskt, millum annað verður nógv endurnýtt. Næmingarnir seta sítt egna sereyðkenni á pløggini, meðan parturin hjá lærarinnunum er at vegleiða og stuðla.

Handarbeiðsbreytin plagar eisini at fara námsferð og millum annað hava tey vitjað handlar norðanfjørðs, ið selja føroysk pløgg. Tey hava vitjað Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík og so vóru tey eisini og vitjaði Tilhaldið í Havn. Túrurin á tilhaldinum var sera áhugaverdur, tí har kundu tey síggja tey eldru tilvirka ymiskt føroyskt, á teirra heilt egna hátt. Tey eldru eru jú upphavið til tað, ið næmingarnir sita og gera - tað er haðani, ið føroyski siðaarvurin innan handarbeiði stavar.

Súsanna og Alexandra siga báðar, at undirtøkan millum næmingarnar er sera góð. Tað vísir seg eisini ofta, at næmingarnir halda fram við handarbeiðinum eftir skúlatíð og enntá eftir loknan skúla. Fleiri næmingar hava so at siga als ikki roynt handarbeiði áðrenn tey byrja á breytini og hava síðan uppdagað, at tey eru vorðin heilt stinn til tað.

Vit tóku nakrar myndir av framsýningini og eisini nakrar av næmingunum í egnum pløggum.

Myndirnar finna tit í myndamappuni hjá Tvøroyrar Kommunu á Facebook.

Vit takka fyri vitjanina og vitja gleðiliga aftur, næstu ferð skúlin hevur okkurt spennandi á skránni.




Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo