TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - STARVSLÝSINGAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
18-11-2020

Reingerðarfólk til Tvøroyrar kommunu -Skúlin í Trongisvági

Søkt verður eftir reingerðarfólkið til Tvøroyrar kommunu, við starvsstaði í skúlanum í Trongisvági, at byrja 1. desember 2020, ella skjótast gjørligt.

Starvsdagar eru mánadag til fríggjadag, eftir kl. 13.00, og starvstíðin er 3,5 tímar pr. dag, svarandi til 17,5 tímar um vikuna.

Skúlin í Trongisvági hevur 2 vaskifólk, sum skipa vaskiarbeiði í samráð við við umsjónarmannin.

Vit vænta av tær at tú er:

  • álítandi og røkin.
  • likamliga væl fyri.
  • kann arbeiða sjálvstøðugt.

Lønin er smb. sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag, og verður lønt sum vanl. tímaløn.                         

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til umsjónarmannin, Martin Øster, á tlf. 225897.

Umsókn við møguligum viðmælum og royndum skal sendast til.

Tvøroyrar kommunu
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Merkt “Vaskifólk”
 

-ella við telduposti til Tvøroyrar kommunu, kommunustjóran frodi@tvoroyri.fo og skal vera kommununi í hendi, seinast fríggjadagin 27. november 2020 kl. 12.00.

 

 
 

 

 
 



Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo