ELDRASAMBÝLIÐ
Tú ert her: ELDRASAMBÝLIÐ << - GREINAR
800 Tvøroyri
Tlf. 371758
Heimar5@heimarokt.fo
10-01-2017

Vælveruvenjingar fyri eldri byrja aftur

Væl umtóktu vælveruvenjingarnar fyri aldursbólkin 65+ byrja nú aftur. Lagt verður til brots í dag, týsdagin 10. Januar, kl. 16:00 í Skúlahøllini í Trongisvági. Tað er Gudrid Nolsøe, fysioterapeutur, ið stendur fyri venjingunum. Kostnaðurin fyri hvørja venjing er 20,- kr og eisini ber til at fáa frukt, vatn og eitt gott prát eftir venjingina.
Venjingin hevur til endamáls at økja um styrki, fimi, javnvág og konditión. Á henda hátt ber til at betra um vælveru og lívsgleði í tí dagliga.




Eldrasambýlið, 800 Tvøroyri - Tlf. 371758 - Heimar5@heimarokt.fo