DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - GREINAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
05-09-2020

Heidi Park -Varaleiðari í Mýrifípuni

Tvøroyrar býráð hevur sett Heidi Park í starv sum varaleiðara í barnagarðinum Mýrifípan.
 
Heidi Park er útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur starvast innan barnaansingarøkið hjá Tvøroyrar kommunu síðani 2006. -Tíðarskeiði 2015 til 2019 starvaðist Heidi sum námsfrøðuligur ráðgevi hjá Tvøroyrar kommunu.
 
Heidi Park byrjaði í starvinum sum varaleiðari 1. september 2020, og kemur at mynda leiðsluna í Mýrifípuni saman við Kari Petersen, leiðara.
 
Tvøroyrar kommuna ynskir Heidi Park vælkomnan í starvið sum varaleiðara í Mýrifípuni. 
 
 



Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo