BARNATANNARØKTIN
Tú ert her: BARNATANNARØKTIN << - STARVSLÝSINGAR
Tvørávegur 46
800 Tvøroyri
Tlf. 371216
barnat@tvoroyri.fo
23-11-2018

Klinikkassistentur til Barnatannarøktina

Søkt verður eftir klinikkassistenti til fast starv við normeringini 0,8 tíð (brøkur broyttur 23-11-2018) til Barnatannarøktina hjá Tvøroyrar Kommunu at byrja 1. januar 2019 ella skjótast møguligt hereftir.

 

Um okkum:

Barnatannarøktin hjá Tvøroyrar Kommunu umfatar á leið 500 børn og ung í aldrinum 0 – 18 ár.

Í Barnatannarøktini starvast 1 tannlækni, 1 tannrøktari, 3 klinikkassistentar og 1 reingerðarfólk.

Arbeiðið á tannlæknastovuni er fult talgilt við journalskipan og røntgen.

 

Um rætta umsøkjaran:

Vit vænta, at rætti umsøkjarin:

  • Hevur áhuga í at arbeiða og samstarva við børn og foreldur teirra
  • Er lagaligur og góður samstarvsfelagi
  • Er álítandi og støðug/ur
  • Er tænastusinnað/ur
  • Er fyrikomandi og jalig/ur

Upplæring fer fram á tannlæknastovuni.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rutt Jensen á tlf. 371216 gerandisdagar millum kl. 9.00 og 14.00.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Umsóknir við avrit av viðkomandi skjølum og revsiváttan vera at senda til:

Tvøroyrar Kommuna
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri

Ella umvegis teldupost á tvoroyri@tvoroyri.fo.

Umsóknir skulu vera kommununi í hendi innan kl. 12.00 fríggjadagin 30.novembur 2018.

 




Barnatannarøktin, Tvørávegur 46, 800 Tvøroyri - Tlf. 371216 - barnat@tvoroyri.fo