BYGGISAMTYKT
Tú ert her: BYGGISAMTYKT << - BYGGISAMTYKT
24-07-2017

Partur 5: Frárenning, vatnveiting og aðrar veitingar.

§ 46. Frárenning
 
  1. Hvør nýggj bygging skal hava fullgóða frárenning bæði til skitið vatn og til regn- og omanávatn

  2. Byggimyndugleikanum er heimilað, nær tað so er, at krevja framd tey neyðugu tiltøk, ið nevnd eru í byggiloyvinum. Ger hetta tað neyðugt, at frárenning verður løgd um annans mans grund, skal húseigarin vissa sær, at tær neyðugu avtalur um hetta verða tinglisnar á avvarðandi ognir.

  3. Tá ið undirstøði verða gjørd tætt hjá ella yvir leiðingum, sum liggja frammanundan, skulu hesar verða vardar, og atgongd til reinsingar, møguliga til at leggja tær berar, skal verða tryggja á slíkan hátt, sum byggimyndugleikin góðkennir.

  4. Tá ið kanningar, her uppií at leggja leiðingar berar og tílíkt, ætlast neyðugar til tess at finna orsøkina til brek á frárenningini í eini ogn, kann byggimyndugleikin lata gera tey arbeiði, sum neyðug eru, bæði á avvarðandi og á grannaognunum. Verða tá funnin løstir ella brek, ið heilt ella lutvíst ætlast at vera atvoldin til ólagið, skal tann, sum er atvoldin til ólagið, endurgjalda byggimyndugleikanum eftir rokning tær útreiðslur, sum standast av teimum gjørdu kanningum og arbeiðum.

  5. Gerð og nýtsla av frárenningum frá ognum við tí frárenningarútbúnaði, sum hartil hoyrir, skulu lúka tær fyriskipanir og treytir, sum byggimyndugleikin setur eftir samráðing við heilsunevndina.

  6. Ein kloakk má ikki verða nýtt á annan hátt, enn ætlað var við henni, tá ið hon varð gjørd, sum til dømis at veita í hana skaðilig evnir ella løgir.

  7. Reglurnar í 4., 5. og 6. stk. hava eisini gildi fyri frárennignar, sum eru frammanundan.

§ 47. Broytingar í verandi frárenningum

  1. Kravt kann verða, at frárenningar og frárenningarútbúnaður, sum eru frammanundan, innan fyri tíðarfreist, sum byggimyndugleikin avger og tilskilar, verða fingin at samsvara við fyriskipanirnar í 1. gr í hesum parti.

  2. Hesar ásetingar omanfyri skerja ikki rættin hjá heilsunevndini til sambært heilsusamtyktini at krevja verandi frárenning broytta av heilsugrundum.

§ 48. Vatnveiting

  1. Byggimyndugleikin skal ansa eftir, áðrenn farið verður undir nýggja bygging, at hon hevur trygga og nóg góða veiting av drekkivatni.

  2. Annars skal altíð vera nóg góð atgongd til vatn til eldsløkkingar.
 

§ 49. Fráboðanarskylda

  1. Eigari av vatnveitingum, frárenslum, ravmagnsveitingum, telefonveitingum, sjónvarpsveitingum og veitingum annars skulu fráboða kommununi nágreiniliga hvar hesar eru.

  2. Tann, ið ætlar sær at grava fyri einari  veiting í ogn hjá kommununi skal, áðrenn hann fer undir arbeiðið, hava loyvi frá byggimyndugleikanum. Umsók um graviloyvi skal hava upplýsingar um hvar, ið ætlanin er at grava og um orsøkina til grevsturin, og hvat ið verður lagt niður.





Byggisamtykt