Nú er tann tíðin komin, tá næmingar verða skrivaðir inn í 1.flokk.
Innskrivingin í 1.flokk skúlaárið 2019/2020 verður mánadagin 21. januar 2018 kl.13.00-15.00.
Innskrivingin verður á skrivstovuni í Trongisvágs skúla.
Minnist til at hava dóps-ella navnaseðil við.
Um tað ikki liggur fyri hjá onkrum at møta til ásettu tíðina, ber til at ringja til skrivara skúlans – tlf. 371582 í skrivstovutíð – og boða frá.
Um onkur hevur børn, sum skulu byrja í øðrum flokkum í Tvøroyrar skúla skúlaárið 2018/2019, kann sigast frá hesum á tlf 371582. Hetta eigur at verða fráboðað skjótast gjørligt