PAKKHÚS 4
Tú ert her: PAKKHÚS 4 << - STARVSLÝSINGAR
Havnarlagið 36
800 Tvøroyri
Tlf. 371885
08-02-2019

Starvsfólk til Pakkhús 4

Starvsfólk til Ungdómshúsið Pakkhús 4 á Tvøroyri 

Tvøroyrar kommuna søkir eftir starvsfólki til starv ídagtímunumÍ ungdómshúsinum Pakkhús 4. Talan er um fast starv normerað til 18 tímar um vikuna. 

Hvør eru vit: 

Ungdómshúsið Pakkhús 4 er eitt frítíðartilboð hjá Tvøroyrar Kommunu. 
 
Pakkhús 4 er opið soleiðis:
Mánadag: 13.00 – 18.00 og 19.00 – 23.00
Týsdag: 13.00 – 18.00 og 19.00 – 23.00
Ónsdag: 14.00 – 18.00
Tórsdag: 14.00 – 18.00 og 19.00 – 23.00
 
Í tíðini frá 14.00 – 18.00 eru ung frá 3. flokki til 7. flokk í Pakkhúsinum, og um kvøldi eru tey eldru frá 7. flokki upp til 18 ár.  
 
Pakkhús 4 er staðið, har børn og ung koma av áhuga. Her sleppa tey at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í hugnaligum umhvørvi hittast tey til prát, spøl, kunnu keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera. Tey fáa møguleika at takast við ymiskt handaligt, tónlistarligt, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr 
Vit sóknast eftir:
Starvsfólki til dagvaktirnar 4 dagar um vikuna. Vit sóknast eftir starvsfólki við viðkomandi útbúgving ella við viðkomandi royndum.

Vit sóknast eftir fólki, ið:   

·         Kann arbeiða sjálvstøðugt og taka initiativ 

·         Dugir at samstarva, taka ábyrgd og verða fyrikomandi 

·         Er við til at skapa eitt hugnaligt umhvørvi 

·         Er jalig/ur og dugir at samskipa ymisk tiltøk  

·         Ger ymiskt handaligt við teimum ungu  

·         Hevur góðar eginleikar at samskifta 

·         Møtir teimum ungu har tey eru 

·         Dugir at lofta teirra hugskotum og seta tey í verk 

 

Gerandisdagur í Pakkhús 4 

·         Vit taka væl ímóti børnum og ungum, tá ungdómshúsið letur upp 

·         Vit skapa karmar og relatiónir í gera at tey ungu og børnini føla seg væl 

·         Vit práta, spæla og stimbra brúkarnir í at nýta sítt hugflog 

·         Vit seta í gongd og stuðla undir á kreativa økinum 

·         Vit era eitt lætt ábit har tey ungu og børnini hjálpa til 

 
 
 
Løn og setanartreytir: 
Arbeiðið í Pakkhús 4 er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Abeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. 
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsóknir við CV, viðmælum og revsiváttan skulu sendast til:
Tvøroyrar Kommuna 
Tvørávegur 37 
800 Tvøroyri 
Ella við telduposti til tvoroyri@tvoroyri.fo og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22.02.2019 kl 12.00. 
Eru spurningar eru tit vælkomin at ringja til leiðaran í Pakkhús 4, Pól Arna 
Holm, á telefon 28 18 85.   

 

 




Pakkhús 4, Havnarlagið 36, 800 Tvøroyri - Tlf. 371885