TRIVNAÐARDEILD
Tú ert her: TRIVNAÐARDEILD << - VEGLEIÐINGAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
12-08-2013

Børn við serligum tørvi

Kommunala dagstovnaøkið fevnir um dagrøkt, vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar.

Tað stendur øllum børnum í kommunalari skipanini í boði eitt væl skipað pedagogiskt umhvørvi, har støði verður tikið í tí einstaka barninum.

Hevur eitt barn tørv á eyka stimbran ella eru aðrir trupulleikar í styttri ella longri tíð, ber til at skipa serstøk pedagogisk tiltøk á stovninum, ið taka hædd fyri hesum.

Í hesum sambandi kann Sosiala Deild veita ráð og vegleiðing, og í serstøkum føri játta eyka normering í eina tíð.

Stovnsleiðarin vendir sær til Sosialu Deild um hetta.

Almannastovan
Um kommunalu tilboðini ikki verða mett at nøkta tørvin hjá barninum, ber til at fáa eitt ansingartilboð gjøgnum Almannastovuna,  sum eisini veitir hjálp, tá børnini ikki longur eru fevnd av kommunalu tilboðunum vegna aldur.

Sosiala Deild hjá kommununi kann leiðbeina um slíkar spurningar.




Trivnaðardeild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085