BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


04-12-2018

Fíggjarætlanin 2019 fyri Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi í gjár 3. desembur fíggjarætlanina fyri 2019, sum javnvigar við 104,25 mió. kr.

Skattaprosentið í Tvøroyrar Kommunu lækkar við einum prosenti til 20.90%. Barnafrádrátturin verður tann sami sum í 2018 kr. 7.000,- fyri hvørt barnið.

Inntøkur av persónskatti komandi ár eru mettar til 56,15 mió. kr. og inntøkur av partafelagsskatti 2,0 mió. kr., íalt 58,15 mió. kr.

Inntøkurnar samanlagt hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru mettur til 76,7 mió. kr. íroknað afturbering til eldraøkið. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 69,5 mió. kr. Avlopið í rakstrinum er sostatt 7,2 mió. kr.

Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2019 sett 31,352 mió. av til íløgur í kommununi. Hesar íløgur verða í høvuðsheitum býttar soleiðis á økini: 

§ 1 Fyrisiting: kr. 850.000,-

§ 3 Børn og ung: kr. 9.181.924,-

§ 4 Undirvísing: kr. 1.880.000,-

§ 5 Mentan og frítíð: kr. 1.000.000,-

§ 6 Teknisk mál: kr. 13.241.519,-

§ 7 Kommunal virki: kr. 5.200.000,-

 

Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum, umframt lántøku á kr. 4,2 mió og tøkum gjaldføri á kr. 23,34 mió.

Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2019 sett kr. 3,38 mió. av til avdráttir av láni og kr. 525.000,- av til rentur av lániskuld. Við árslok 2019 verður skuldin svarandi til 0,78 í álíkning.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn