BÚSTAÐUR OG BYGGING
Tú ert her: BÚSTAÐUR OG BYGGING << - GREINAR
STOVNAR


04-01-2017

Galdandi byggisamtykt og plankort

Innlendismálaráðið hevur í skrivi dagfest 24. mars 2014 góðkend broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar Kommunu.
 
Tvøroyrar Býráð samtykti í februar 2013 at fremja broytingar í plankortinum og ásetingunum í byggisamtyktini fyri kommununa.

Almenna framløgan var frá 25. februar til 19. mars 2013 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og kærufreistin var 9. apríl 2013. Tá ið freistin var úti, var eingin kæra innkomin, men tó ein viðmerking frá Søvn Landsins, uttan nakað ítøkiligt broytingaruppskot.

Talan er um størri og smærri broytingar av plankortinum í øllum bygdum í kommununi.
 
 
Galdandi byggisamtykt og plankort:
Góðkenningarskriv (PDF, 170KB) 
Ásetingar (PDF, 349 KB)
Plankort (PDF, 1.44 MB) 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn