BÚSTAÐUR OG BYGGING
Tú ert her: BÚSTAÐUR OG BYGGING << - GREINAR
STOVNAR


08-03-2019

Leikaraskýlini við Stóra gjørd aftur

Í ringum veðri hin 15. Februar, nakað áðrenn middag, koppaði eina leikaraskýlið og dómaraskýlið við Stórá. Hóast tað ikki var tann stóri, áhaldandi vindurin, so vóru hvirlurnar øgiligar henda dagin.

Nú fyrsti dysturin í Betri-deildini fer av bakkastokki sunnudagin við Stóra, tá TB tekur ímóti AB, so er at gleðast yvir at til hevur borið at reist skýlini aftur beinanvegin. Tað er Birgir Strøm Rasmussen, bygningssnikkari, ið hevur staðið fyri arbeiðinum á hesum sinni. Á myndunum er ikki heilt liðugt enn, men Birgir sigur, at tað verður tað tá dómarin brígslar fyri fyrstu ferð í ár, við Stórá. Hann sigur eisini, at nú eru skýlini vorðin eyga tryggjaði, soleiðis at tey vónandi ongan veg fara næstu ferð at stormur er.

Í baksýninum sæst eisini komandi, nýggi barnagarðurin í Trongisvági.
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn