BÚSTAÐUR OG BYGGING
Tú ert her: BÚSTAÐUR OG BYGGING << - GREINAR
STOVNAR


08-03-2019

Gongur væl við byggingini av barnagarðinum

Hin 15. Januar vitjaðu vit komandi nýggja barnagarðin í Trongisvági. Í gjár løgdu vit aftur leiðina framvið og nú byrjar av álvara at síggjast, hvussu tað fer at síggja út.

Síðan vit vitjaðu seinast, so hevur viðrað sera illa hjá arbeiðsmonnunum, ja so illa, at herfyri fórst okkurt í stormi. Tó, tað var ikki so álvarsamt, at broytti tíðarætlanina nevnivert. Arbeiðsmenninir siga, at seinastu tíðina hevur mannagongdin verið, at tryggja alt væl og virðiliga fyri vindi, tá farið verður frá arbeiði og so at rigga av aftur um morgunin, tá byrjast skal at arbeiða aftur. Nú tykist sum um vend spakuliga er við at koma í, og teir vóna at veðrið skikkar sær væl komandi tíðina.
Eini parturin av bygninginum er reistur stórt sæð allur sum hann er, og ætlanin er at leggja tak á beinanvegin. Á tann hátt ber til at gera ymiskt arbeiði innan, hóast tað kanska leikar í uttanfyri.
Meiri kann lesast um barnagarðin her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=4954&id=2

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn