BÚSTAÐUR OG BYGGING
Tú ert her: BÚSTAÐUR OG BYGGING << - GREINAR
STOVNAR


08-03-2019

Gongd komin á sethúsabygging

Eftir at hava ligið meir ella minni still í mong ár, tykist gongd aftur vera komin á sethúsabyggingina í Tvøroyrar Kommunu og er tað sera gleðiligt. Í Trongisvági standa í løtuni tvey hús í ger og tvey onnur eru ávegis.

Barnafamiljum dáma sera væl í Trongisvági, tí her er stutt í skúla og barnagarð hjá teimum smæstu. Ítróttarhøllin og ítróttarøkið við Stórá er eisini í Trongisvági, eins og túrurin fram við Áargøtu inn til Viðarlundina er sera væl umtóktur.

Vit vitjaðu tvey byggipláss í gjár og gleða okkum til at síggja enn fleiri komandi tíðina.

Undir “Bústaður og bygging” á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu fæst alt at vita um hvat skal til, um tú umhugsar at byggja. Her er eisini leinkja til tøk grundstykkir og aðrar mannagongdir.

Sí heimasíðuna hjá Tvøroyrar Kommunu her www.tvk.fo




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn