BÚSTAÐUR OG BYGGING
Tú ert her: BÚSTAÐUR OG BYGGING << - GREINAR


21-01-2020

Nógv virksemi kring Trongisvágsfjørð

Heilt fitt av ferðslu hevur verið á Trongisvágsfirði seinastu mongu mánaðirnar, nú veiðitíðin fyri makrel, sild og svartkjaft hevur verið og er í hæddini.

Leygardagin stevndi Gitte Henning inn eftir Trongisvágsfirði, fyri at avreiða 1100 tons av makreli. Gitte Henning mátti bíða eftir at sleppa framat, tí Jupiter lá og landaði. Sunnudagin legði so eisini Finnur Fríði at Tvørakei. Finnur Fríði landar í løtuni og hava teir 1200 tons av makreli. Makrelurin er allur fiskaður í ES-sjógvi.

Av havnarlagnum frættist eisini, at Jupiter er longu ávegis inn aftur við makreli. Seinni í vikuni kemur so Eystnes, hjá Smyril Line, eftir fiskaplattum frá Varðanum Pelagic.

Longur vesturi á havnarlagnum eri eisini byggivirksemi í gongd, har Delta Seafood heldur til og fara vit at umrøða tað í komandi grein.

Í gjár var annars eyka lívligt virksemi, tí tvey stór, fremmand skip løgdu at á Drelnesi. Fyrst var tað “reefarin” Coppename, ið legði at. Coppename er bygt í 1990, er 108.81 metrar til longdar og 16.43 metrar breitt. Coppename er skrásett í Curacao, ið er ein oyggj, ið liggur

Síðan legði stóra russiska fiskipið Arctica at, undir liðini á Coppename. Arctica er bygt í 1970, er 120,7 metrar langt og 19.03 metrar breitt.

Skipini fóru beinanvegin í gongd við at avskipa sínamillum og sambært havnastjóranum, Jón Boga Guttesen, so er tað fyrstu ferð síðan 2005, at russar hava avskipað á Trongisvágsfirði. Havnastjórin sigur, at hann av og á hevur havt samband við russisk skip, ið hava tosað um,  at pláss er ikki fyri teimum norðanfjørðs. Tá hevur hann víst á, at her á fjørðinum er pláss. Skipini koma at liggja her 3-5 dagar.

Á gomlu samferðsluhavnini á Drelnesi er eisini, sum vit áður hava umrøtt, ein lítil “skúrbýur” settur upp, til teir, ið arbeiða við komandi hvalbiartunlinum. Við komandi tunnilsmunnan sæst eisini, at har er veruligt dik komið á arbeiði, ið byggifelagið Articon stendur fyri. Byrjað er eisini at gera vegjaðarin úteftir.

Skamt frá Drelnesi, tekur nýggi bygningurin, ið MTV byggivirki er í ferð við at reisa, seg spakuliga upp. Bygningurin verður uml. 1000 fermetrar – meginparturin í einari hædd. Alt gongur væl við byggingini og sambært stjóranum, Mortan Vang, so væntar hann at bygningurin verður liðugur í summar. Januar mánaði hevur hildnast stak illa, vegna ringa veðrið, men Mortan sær hóast alt ljóst uppá tað. Greitt er eisini, at Rúsdrekkasøla Landsins verður ein partur av nýggja bygninginum, tá hann er liðugur.

Fleiri myndir frá í dag, kunnu síggjast á Facebook-síðuni hjá Tvøroyrar kommunu, her  Tvøroyrar Kommuna á Facebook
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn