NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR
STOVNAR


30-12-2011

Hvannhagi – eitt sermerkt náttúruøki í suðri

Hvannhagi er eitt sermerkt og vakurt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Hann liggur avbyrgdur og kann bert røkkast til gongu. Vanliga verður gingið frá vestara endanum av Ovara vegi á Tvøroyri, og har verður gingið eftir einari gøtu norðureftir tvørturum fjallið.

Hvannhagi er kransað av steyrrættum fjallalíðum, og har slepst bert oman í tveimum støðum.

Verður gingið oman eftir ti eystara gøtuni, er eitt frálíkt útsýni norðureftir til Lítlu og Stóru Dímun.

Hvannhagi hevur eitt sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag, sum er vælkent av jarðfrøðingum eisini í altjóða høpi.

Serliga á fjallalíðunum har seyðurin ikki sleppur til, er eitt fjølbroytt plantulív og ein gróðursemi sum ikki ofta sæst í tí føroysku náttúruni. Eisini smáfuglur trívst, ikki minst músabróðir, hvørs sangur mangan setur dám á vitjanina. Annars kann nevnast havhestur og ravnur, og ein rúgva av øðrum fuglum sum annarhvørt reiðrast ella vitja í longri ella styttri tíðarskeið.
Eitt serliga hugnaligt og áhugavert øki er økið kring Hvannavatn, har bæði djór og menniskju hava hug at steðga á.

Hvannhagi er nevnt í Visión 2015 skjalinum, og verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð.

Á hvørjum ári verður skipað fyri gongutúrum til Hvannhaga, og hetta er ein væl vitjaður útferðarstaður fyri bæði útlendingar og føroyingar.

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn